Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Tríggir menn vóru inni í Leigubúðini. Hann, sum sat á einum krakki upp ímóti vegginum, var syndarligur á at líta. Ikki tí hann kropsliga var visaligur, tvørturímóti var hann bæði høgur og vællimaður og í mesta lagi farin um tey tretivu. Hann var dimmholdaður við krunkasvørtum hálvlongum hári. Høgra eyga var eisini myrkt sum eitt kolastykki, og tað tyktist at brenna ein eldur í tí. Har vinstra eygað hevði verið var nú bara eitt bløðandi hol.

Altartalvan Tann heilaga Kvøldmáltíðin frá 1647 hvørvur úr Havnar Kirkju, meðan ramman stendur eftir. Á baksíðuni á hesari er ein gamal skurður inn í viðin, IHS. Hevur tað samband við vitjan av einum jesuitti í 1600-talinum? Tá ið danski stjórin á Listasavninum stutt seinni verður funnin krossfestur á norðurbróstinum í kirkjuni, tysja spurningarnir fram. Hannis Martinsson við sínum trúgvu hjálparmonnum Edmundi West og Haraldi í Sátudali royna at fáa skil á fløkjuni.

ALTARTALVAN er framleidd á Føroyaprenti, er 279 bls. og kostar kr. 299.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo