Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Dagstovnaøkið er í andaleypi og leiðslan á Vaglinum hevur ikki tamarhald á støðuni. Tað tykist vera greitt, nú tíðindir og søgur frættast dag og dagliga um avleiðingarnar av ovurstóra tørvinum á starvsfólki, serliga námsfrøðingum.

Eg veit, at starvsfólkamangul á øllum vælferðarøkinum er ein risa strukturellur trupulleiki, sum ikki er lættur at loysa. Men fyrsta fortreyt fyri at loysa eitthvørt mál, er at hava ein vilja og eina ætlan. Í slíkari kreppustøðu er tað eisini sera umráðandi, at leiðslan í TK er opin, lurtandi og kommunikerar greitt út til leiðarar og starvsfólk, hvat verður gjørt. Í dag er tøgn og lítil kunning og samskifti og tað frustrerar starvsfólkini enn meira. Hetta ber væl til at gera betri.

Dagstovnaøkið er ein grundleggjandi vælferðartænasta, ið má virka fyri at samfelagshjólini kunnu koyra. Men børnini skulu ikki bara plaserast og ansast. Námsfrøðiliga tilboðið má vera dygdargott og tað er júst her tað sansar at á fleiri stovnum í dag, tí starvsfólkini eru ikki har. Og tað er heilt álvarsligt. Gransking vísir,  at tað er beinleiðis samband millum námsfrøðiliga tilboði á dagsstovninum - normering, fakligheit, trivnaður hjá starvsfólkum – og hvussu børnini klára seg seinni í lívinum. Bíðilistarnir til sálarliga útgreining er talandi symptom uppá trupulleikan.

Teir fyrstu 1000 dagarnir í barnsins lívi eru avgerandi fyri framtíðar menningina og tað er har grundin verður løgd til at børnini verða trygg og heil menniskju. Tí er tað so ófatiliga umráðandi at tað eru kompetent starvsfólk, sum hava yvirskot og stundir at geva teimum minstu ta nærveru og tann tryggleika sum tey hava serliga stóran tørv á fyrstu árini. Hetta eiga vit at tosa nógv, nógv meir um. Starvið at menna og geva okkara minstu nærveru og tryggleika eigur at verða hevjað upp, har tað hoyrir heima: Sum nakað av tí mest týdningarmikla í okkara samfelag, tí tað leggur grundina undir framtíðar borgarar og foreldur.

Enn havi eg onga útmelding sæð frá politisku leiðsluni, ið varðar av dagstovnaøkinum, um hvat man heldur, hvat man hugsar ella hvat man vil gera við hetta stóra álvarsmál. Eg eftirlýsi at onkur hevur eina meining!  Starvsfólk hungra eftir kunning og at verða hoyrd. Hvat við at gera eina stóra kanning millum núverandi og fyrrverandi starvsfólk á dagstovnaøkinum so man kann vita heldur enn at gita, hvat skal til fyri at gera økið lokkandi aftur?

Tað má gerast ein heildarætlan og her má arbeiðast skjótt, so øll átøk verða útgreinað – stór og smá – sum skulu til fyri at bøta um støðuna. Og so má farast til verka at arbeiða við átøkunum beinanvegin.

Í skilagóðari grein 7.mars skrivaði Sirið Stenberg um henda sama trupulleika og tað er gleðiligt at síggja, at Tjóðveldi nú aftur leggur uppskot fram um at útbúgva fleiri námsfrøðingar.

Tað eru nøkur átøk vit vita, høvdu gjørt stóran mun:

- VIRÐING: At politikarar og onnur leggja seg eftir at skilja og tosa um barnsins tørv og um námsfrøðiliga arbeiðið við virðing og sum tann grundsúla í samfelagnum hon er. Vit mugu vísa í verki at vit virðismeta námsfrøðiliga arbeiði høgt og tað gera vit fyrst og fremst við góðari løn, góðari normering og góðum arbeiðsumstøðum.

- LØN: Hægri løn er ein avgerandi liður í vísa virðing og lyfta alt økið upp.

- STYTT ARBEIÐSVIKA: Arbeiðsvikan eigur at verða stytt.  Tá økið er so trýst, megna starvsfólk ikki at starvast 40 tímar um vikuna. Flestu noyðast at arbeiða niðursetta tíð og tað ber ikki til at liva av tí lønini.

- ÚTBÚGVA FLEIRI: At útbúgva fleiri námsfrøðingar er alneyðugt.

- BARSIL: Vit eiga at byrja kjakið um at leingja barsils/foreldrafarloyvi (eins og í Svøríki) til barnið er 1,5 ella 2 ár, áðrenn tey fara í vøggustovu. Hetta skal býtast millum foreldrini so tað ikki gongur útyvir javnstøðuna.

Hetta eru tey tungu tøkini, har landsstýrið, løgting, fakfeløg og KF mugu arbeiða saman. TK eigur at ganga á odda og arbeiða miðvíst við øllum átøkum, stórum og smáum. At menna leiðslurnar og bøta um arbeiðsumstøðurnar úti á dagstovnunum er eitt. Opinleiki og dialogur millum leiðslu og starvsfólk er eitt annað gott stað at byrja. Tað snýr seg um at gera økið lokkandi, so fleiri fáa hug at lesa til námsfrøðing og fleiri námsfrøðingar hava hug at søkja inn aftur á økið.

Tjóðveldi hevur biðið um at fáa dagstovnaøkið á skrá á næsta býráðsfundi 31.mars. Vit ynskja at býráðið samtykkir eina heildarætlan við ítøkiligum átøkum fyri at bøta um starvsfólkatrotið á dagstovnaøkinum.

Gunvør Balle
Býráðslimur fyri Tjóðveldi

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo