Enn eitt “seyðaár” er runnið, og teir flestu veðragjólingarnir eru komnir inn.
Aftur í heyst blivu fleiri av teimum uppgjørdu veðragjólingunum kaseraðir av sýnarunum, sum eru útbúnir á serligum sýnaraskeiði á Búnaðarstovuni.
Kasseraðu brundirnir vóru uppgjørdir av dugnaligum seyðamonnum, sum í ára tíggir hava røkt seyðin í haganum og kenna seyðin, slagið og kjøtgóðskuna betur enn nakar annar.
Eg skal ikki skera allar sýnararnar yvir ein kamb. Tað kann vera, at onkur av teimum hevur skil fyri seyðahaldi, treyðugt so, men tað tykist mær løgi, ja ikki sørt næsadjarvt, at hesir kasera veðragjólingar, sum dugnaligir og royndir seyðamenn hava gjørt upp.
Eg havi fyrr skírt hesar seyðasýningar fyri vakurleikakappingar, og tíðanverri er eingin broyting gjørt, so atlit verður tikið til kjøtfyllu og ikki minst kjøtgóðsku. Tað skal miðvís aling til, fyri at fáa vælsmakkandi skerpikjøt, tí tað er tengt at seyðaslagnum. Seyður, sum hevur glærfitið, hevur altíð vælsmakkandi kjøt.
Í staðin fyri vakurleikakapping, átti at verið farið undir miðvísa aling at fáa seyð við glærfiti.
Vit eiga ikki at seta við undan seyði, sum ongantíð hevur glærfitið, t.d. tað hornuta grønlandsslagið.
Royndarstøðin hevur einbýttan haga, men tað røkist ikki fyri at nakað skilagott hendir har.
Mynduleikin eigur at fáa bøndur og seyðamenn at standa fyri ælingini, so Royndarstøðin ikki forstýrar ælingina. Um vit bert brúka veðragjólingar, sum hava glærfitið, verður kjøtgóðskan betra mundandi.
Um vit lata ein veðragjóling brunda nøkrum fáum óm, og staðfesta at lombini hava glærfitið, ber væl til at brúka veðrin í fleiri ár.
Landbúnaðarpolitikkurin hjá landsstýrismanninum nevnir einki um slíkar royndir, tí má onkur, sum hevur skil fyri seyðahaldi, koma uppí leikin, so politikkurin ikki verður tóm orð.
Sum ætlaði politikkurin sær út nú, er hann gjørdur til tey sum hava grønmetisframleiðslu í blómukassum í Havn.
Tað fer ikki at broyta landbúnaðin í Føroyum.
Petur Skeel Skarðsá
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo