Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Heilsustýrið: Nú kunnu øll, ið dáma at fáast við ættargransking og eru áhugað í familjusambondum, brúka Ættarbandsskránna í Vanga-appini. Ættarbandsskráin hevur verið á Vanganum frá byrjan og er ein hin mest vitjaða síðan á Vanganum. Higartil hevur hon bara verið tøk á teldu, men nú er hon loksins við í Vanga-appini eisini.

Vit brúka mest telefonina
Vangin og Ættarbandsskráin hava verið virkin í útvið fýra ár. Skjótt varð greitt, at føroyingum dámar best at vera á telefonini, og uml. 85 % av allari ferðsluni á Vanganum er í appini. Tí var eyðsæð, at Ættarbandsskráin eisini skuldi verða tøk á telefonini.

Rættingar í Ættarbandsskránni
Í Ættarbandsskránni fært tú eitt yvirlit yvir tína ætt í beinari linju, í nøkrum førum heilt aftur til norrøna miðøld. Sært tú eina villu í upplýsingunum, ella hevur tú nýggja skráseting, kanst tú boða Heilsustýrinum frá og viðfesta skjalfesting sum próvgrund.

Stóri áhugin fyri Ættarbandsskránni sæst eisini aftur í øllum rættingunum, sum fólk longu hava sent Heilsustýrinum. Tá ið arbeitt verður við so stórum mongdum av dátum, kunnu feilir koma fyri. Síðan Ættarbandsskráin kom á Vangan, er dátugóðskan nógv hækkað júst orsakað av rættingum frá fólki.

Vónandi taka føroyingar væl ímóti Ættarbandsskránni í Vanga-appini.

  • Dáturnar í Ættarbandsskránni eru m.a. úr kirkjubókum, fólkateljingum og Landsfólkayvirlitinum.

  • Tú kanst gera rættingar beinleiðis í skránni

  • Skjalfesting til rættingar kunnu vera: mynd, deyðsváttan, kirkjubøkur osfr.

  • Les meira á: https://hst.fo/aettarbandsskrain

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo