Mánadagin verður ein gamal amerikanskur forseti avloystur av einum øðrum, sum eisini er gamal.
Tveir av trimum heimsborgarum búgva í einum landi, har stjórnarleiðarin er yvir 70 ár.
Miðalaldurin er hækkaður við 4 árum seinastu 25 árini, vísir ein kanning, sum Politiken kunngerð. Í 2000 vóru 24 av heimsins leiðarum yvir 70 ár, í dag eru teir 49 í tali.
Samstundis búgva 95 prosent av øllum heimsins íbúgvum í einum landi, har stjórnarleiðarin er ein maður.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo