Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Í dag verður Virgar 87 ár, allahalgannadag. 87 eigur sína serligu rók í huganum. Í gjár høvdu foreldrini verið gift í 87 ár. Bæði pápi og abbi vóru um 87 ára aldur, tá ið teir fóru. Havi altíð hildið, at ein 87 ára gamal, er gamal. Í vikuni fóru teir báðir Ulf Pilgaard og Erik Clausen, 83 – 84 ára gamlir, og í kvf-andlátunum í dag vóru tvey 68 ára gamul. Einaferð spurdi eg abban, hvussu tað var fyrr. Jú, nøkur fá gjørdust avgomul. Nógv eldri enn flest onnur. Tað er so ymist, hvussu nógv ár vit eiga á. Aftur til føðingardagsbarnið, Virgar Dalsgaard.

Virgar brýtur burturúr bæði til mentala og kropsliga styrki. Og hansara minni er eitt veldugt bókasavn, sum altíð er opið. Nøvn, persónar, hendingar og byltingar liggja í ovastu skuffu. Soleiðis er enn á 87 ára aldri og var tess meira í ungdóms- og manndómsárum. Hann veit, hann minnist, og hann kann hugleiða um tað. - Tað segði mamman, og tað segði pápin og tað segði Petur Mohr Dam, Marx og Voltaire …

Av lyndi er hann eksplosivur. Tað smellur eftirí. Men tá ið bresturin er av, verður hann kúrrur og blíðkast aftur. Tað er sum ein eksplotiónsmotorur, sum startar við lamterilsi, innan hann fær eitt sáttlig tvítakt lag.  Mong munna hava verið ov nær, tá ið tað brast, og hava tikið sær tykni av tí. Tað kunna tey lata vera við. Tey fáa, ið hvussu er, ikki nakra umbering. Hetta er hansara lyndi.

Í eini útvarpssending fyrr í vikuni um táttayrking, átti, mín sann, eisini Virgar ein lut í sekstiárunum. Hann bæði yrkti tættir og kvað teir! Tá var hann millum ”profetarnar”, millum aðrar mætar táttayrkjarar og tey, sum kvóðu hesar speisomu tættirnar. Og nú í fjørheyst gjørdi hann av sær við sínum bókaverkið um Petur Mohr Dam, javnaðarmannin, sum ber av øllum. Petur Mohr Dam var stavnamaður og ein viti, eitt idol og ein ikon. Stórverkið er um Petur Mohr Dam.

Virgar er útbúgvin lærari og hevur akademiskan lestur í skjáttuni. Av lyndi er hann eisini føddur lærari í tí gamla skúlanum. Eina ferð hitti eg nakrar dreingir í Slagelse. Føroyingur? Teir kendu ein føroying. Virgar Dalsgaard! Hann hevði verið matematikklærari hjá teimum, sera góður matematikklærari. Í nógv ár hevði Virgar føroyskan skúla í Føroyahúsinum nakrar tímar um vikuna. Eitt var at lesa og skriva, meira var mentan, bókmentir og sangur. Og hann sang hvørja ferð saman við næmingunum! Tað var ikki so lítið viðføri mong fingu við sær frá teimum tímunum. – Harafturat hevur Virgar eisini verið sínum góður pápi og abbi undir teimum serligu umstøðunum, tey fingu.

Maðurtin var á odda í Føroyingafelag, í øllum samfelagskjaki og var og er allastaðni at hitta, har føroyingar á Sælandi koma saman: á stevnum, í kirkju og Føroyahúsi, í veitslu og jarðarferð!. Kann eisini vera frálíkur røðari. Og legg til merkis á facebook. Sera ofta og aftur hesa vikuna hevur Virgar frásøgn um dugnafólk, úrmælingar, teirra verk, og sigur sera livandi frá teimum. Hann hevur so frálíka góðan penn. Stundum hvessir hann pennin og stingur eftir Tjóðveldi, Patursson og Hoydal, sum tykjast vera reyðir klútar í hansara optikki. Pennurin kann eisini vera hvassur sum skurðknívur, tá ið hann fer upp í okkurt alment  kjak. Hann heldur lítið um onkran nevndan, og onkur annar er ein  tápilingur- ”ein funktionellur nalvaungi”.… Virgar er provigatørur, ein stuttligur sjonglørur við sínum danismum, heimagjørdum og fremmandum orðum en masse.

Hvussu leingi veit eg ikki, men Virgar hevur skipað fyri hundraðtals bussferðum suður í Europa, til Fraklands, Týsklands, Eysturríki og Sveits. Hann er frankofilur og týsklandsvinur um ein háls. Mentafólk og veldugur mentanararvur eru í teimum londunum. Englokansku mentanina heldur hann lítið um. Eins og túsund onnur fólk havi eg eisini verið onkran túr við hesum bussferðum. Tað sosiala er í hásæti, gott lag og skemt, og hvør ræður sær. – Har er altíð ein ferðaætlan, men stundum kanska í meira lagi av elastikk í henni, sum ikki fellur øllum so væl. Havi verið við ein víntúr á Mosel leiðini, ein jólatúr í Berlin og Luthertúrin. Stuttligt, áhugavert og kveikjandi.    

Smidligur er maðurin ikki, og illa ber til við pallborðsfundum, tekur Virgar orðið. Tað skal vera góður fundarstjóri, sum tá kann halda orðaskiftinum á ætlaðu kósini. Maðurin hevur so ofta eina aðra kós, sum honum tykist av nógv størri týdningi.

Hugtakandi er at eygleiða mannin, sum eigur so mangan góðan - og eisini onkran óvin. Hann er menskur sum fáur, Hann rætti mær hond við hugskotum og sangi, tá ið eg var leiðari í Føroyahúsinum, men tað viti hann gud, vit vóru ikki altíð á einum máli, og mangt var at vera ósamdir um. Mær skortaði evnir at kjakast við hann, men eg hevði myndugleikan á staðnum, og tað lat hann sær lynda, tað respekteraði hann. Tað var ”den gang”, Virgar: ”Os kan du møte på allverdens veier…” og Der går en dans på Sunnanø, der dansar Rønnerdahl…” Herlig minnir.

Til lukku við degnum, Virgar!

Martin F

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo