Sandavágur tykist vera harðast rakta bygdin í herviliga óveðrinum sum rakti landið í gjár og eisini hevur verið sístðu nátt.
Tilsamans eru nú 67 skaðar fráboðaðir politinum, men tað er ikki óhugsandi, at onkur skaði kemur afturat.
Í gjár frættist, at áleið ein triðingur av skaðunum vóru í Sandavági.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo