Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Bókadeild Føroya Lærarafelags: Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur fimm bøkur út í ársins fimta bókaumfari.

Upprunaføroysk bók: Svansi-Bob
Bob er ein grísur. Bob elskar at eta. Bob hevur hoyrt, at lekkur matur er at fáa í býnum ...

Hevur tú nakrantíð hugsað, hvar orðið svansibob kemur frá? Nei?

Tað hevur Bob heldur ikki, og hann skilir ikki, hví øll kalla hann soleiðis, og hví øll eru so ill.

Bob er jú bara svangur. Hetta er ein herlig og svansut søga við stuttligum myndum um svanga grísin Bob, sum fer sín fyrsta túr inn í býin at fáa sær okkurt lekkurt at eta.

Joan Waag Høgnesen hevur skrivað, og Hans Jacob Østerø hevur myndprýtt. Bókin er innbundin, 42 bls. og til børn, sum eru uml. 3-6 ár.

Náttarmeldurbók
Nú er ein nýggj meldurbók komin! Rotraut Susanne Berner brúkar myndir og eingi orð at vísa nógvar smáar søgur, sum fara fram í Meldurbýnum. Tað er nátt; fólk og djór sova friðarliga - í øllum førum summi. Onnur eru akkurát nú á veg onkrastaðni og uppliva alt møguligt spennandi á lesináttini á bókasavninum, á tjóvaveiðu ella í garðveitsluni.

Tær vælumtóktu Vár-, Summar-, Heyst- og Veturmeldurbøkurnar eru eisini uppafturprentaðar og aftur at fáa.

Rotraut Susanne Berner hevur skrivað og myndprýtt. Bókin er ein pappbók, 14 bls. og til børn, sum eru uml. 0-2 ár.

Høgni verður ein T-Rex
Høgni við Tutlá hevur ein nýggjan trupulleika ... Ikki bara tað, at hann enn broytist til okkurt hissini dýr, men tað at fyritøkan hjá pápanum er í trupulleikum. Familjan verður kanska noydd at selja húsini og flyta inn til Britu fastur og hennara seytjan kettur (og eitt træbein).

Alt hetta trýstið ger, at tað er trupult hjá Høgna at hava tamarhald á, nær hann broytist til dýr - og enn verri at broytast aftur aftur. Megnar hann at temja megina eina ferð fyri allar, ella fer hann at enda sínar dagar sum ein dúgva ...?

Sam Copeland hevur skrivað bókina, Sarah Horne myndprýddi, og Tórarinn Niclasen á Rípuni hevur týtt úr enskum. Bókin er heft, 288 bls. og til børn, sum eru uml. 7-9 ár.
 
Suðureftir
Ina skal einki í summarferiuni. Allíkavæl fortelur hon øllum flokkinum, at hon skal Suðureftir.

Men Suðureftir er ikki á kortinum. Kanska fer summarferian, sum Ina helt fór at vera tann ringasta, at vera tann besta?

Marianne Kaurin hevur skrivað, og Elsa Birgitta P. Petersen týddi úr norskum. Bókin er heft, 226 bls. og til børn, sum eru uml. 10-12 ár.

Stjørnuslatur
Sjeikurin hjá Karolinu er í ferð við at gerast størsta poppstjørnan í landinum, og hon roynir at fylgja við eftir besta førimuni. Men tað er ikki so lætt at vita, hvussu hon skal bera seg at við nýggja lívinum hjá Mattiasi. Serliga tá slatur hoyrist um hann allastaðni, og bæði fjepparar og fyriskiparin hjá honum helst høvdu vilja, at hann var stakur. Ber framvegis til at hava álit á Mattiasi, ella hevur lívið sum superstjørna broytt hann?

Stjørnuslatur er triðja og síðsta bókin í stjørnusjeikarøðini.

Kirsti Kristoffersen hevur skrivað, og Vagnur Streymoy týddi úr norskum. Bókin er heft, 218 bls. og til ung.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo