Norsku feløgini Det Norske Maskinistforbund, Norsk Sjømannsforbund, Norsk Sjøoffisersforbund, Fiskebåt og Kystrederiene sendu í desembur 2024 skriv til føroyska Fíggjarmálaráðið og TAKS.
Í skrivinum verður millum annað sagt innleiðandi:
- Vit vilja vísa okkara stúran fyri uppskotnu broytingunum í føroysku skattalógini, sum so líðandi verða settar í verk fram til 2026.
- Hesar broytingarnar fara at hava stórar avleiðingar fyri føroysk sjófólk, sum arbeiða umborð á norskum skipum, eins og fyri sjóvinnuna sum heild.
- Vit heita á føroysku myndugleikarnar um at umhugsa tær uppskotnu broytingarnar, tá hugsað verður um møguligu negativu avleiðingarnar, hetta kann hava fyri maritima samstarvið millum okkara tjóðir og sjóvinnufeløg.
- Hetta er serliga óheppið, um tað vísir seg at vera brot á norðurlendska skattasáttmálan.
(Hetta skriva er sent til Fíggjamálaráðið og til Uttanlandsnevndina í desembur 2024, uttan at fáa nakað svar, og er nú sent til allar løgtingslimirnar)
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo