Hagstovan: Í desember vóru sløk hundrað fólk fleiri í starvsfólkaskaranum samanborið við sama mánað árið fyri. Tað svarar til ein vøkstur upp á 0,3 prosent. Hetta er ein lakari vøkstur enn undanfarin ár. Tað sæst í hesum sambandi millum annað, at talið av starvsfólkum uttan bústaðartilknýti ikki er vaksið eins og nógv, sum undanfarin ár.
Starvsfólkatalið veksur framvegis, men seinasta árið er vøksturin viknaður. Tað sæst á trendinum, sum lýsir gongdina við at reinsa fyri árstíðarfrávik og øðrum tilvildarligum broytingum.
Í desember vóru 30.244 starvsfólk í Føroyum. Tað eru 91 starvsfólk, ella 0,3 prosent, fleiri enn desember árið fyri.
Fleiri menn — men eingin broyting hjá kvinnunum
Í desember vóru um 15.500 menn og knapt 14.750 kvinnur í starvsfólkaskaranum. Samanborið við desember árið fyri var næstan eingin broyting hjá kvinnum, sum vóru tríggjar færri. Menninir vóru næstan hundrað fleiri, sum svarar til ein vøkstur upp á 0,6 prosent.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo