Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Nógv tann størsti tørvurin á búplássum til fólk við serligum avbjóðingum er í Havn. Hetta  hava vit vitað leingi.

Arbeiðið við fólkum við serligum avbjóðingum hevur verið eitt mál, ið hevur ligið mær nær at hjartað. Sum fyrrverandi landsstýriskvinna í almannamálum frá 2011-2015 bygdu vit stovnar og búeindir til fólk við serligum avbjóðingum kring alt landið.

Spakin varð settur í 6 stovnar í Havn, í Runavík, í Klaksvík og á Sandi umframt aðrar bústovnar og tilboð, ið vóru bygdir í samráði við Bústaðir og kommunurnar.

Eisini varð sjøtul settur á at byggja fleiri stovnar í Havn har tørvurin er størstur m.a. bústovnin fyri børn og ung við autismu, nýggjan stovn á Mýruvegi og at byggja búfólkunum á Eiragarði nýggjar búeindir.

Ein fortreyt fyri, at hesir stovnar yvirhøvur kunnu byggjast er, at kommunan spælir við, og vil veita avvarðandi myndugleika øki at byggja hesa stovnar.

Tá undanfarna býráðssamgonga tók við jan. 2017 settu vit okkum fyri at byggja búeindir til allir okkara borgarar og eisini til borgarar við serligum avbjóðingum.

Við bústaðarpolitikkinum frá 2012, har dentur varð lagdur á, at borgarar skulu búgva lið um lið, fóru vit undir at fáa til vega øki til teir tríggjar stovnarnar, ið vóru stungnir út í kortið at byggja í Havn.

Økið í Kvíggartúni til heimið til børn og ung við autismu bleiv samtykt og byggiloyvi varð givið, soleiðis at hetta byggiarbeiði kundi fara í gongd, somuleiðis við heiminum á Mýrini, har byggiloyvi eisini varð givið, og har arbeiðið nú eisini er farið í gongd, og at enda tóku vit avgerð um, at sambýli við 18 búeindum til fólk við serligum avbjóðginum skuldi byggjast á Reynstúni.

Nú hevur nýggi landsstýrismaðurin í almannamálum borið verklagslógina um sambýli á Reynstúni í tingið, soleiðis at hetta arbeiðið eisini kann byrja, men nú hevur meirilutin í býráðnum í Havn hálsað um.

Meðan vit avgjørdu, at sambýlið skuldi byggjast á Reynstúni, er líkt til, at meirilutin í býráðnum vil kolldøma hesi avgerð, tí avgerðin um staðseting er løgd aftur fyri býráðið aftur í morgin uttan nakra støðutakan. 

Við øðrum orðum verður avgerðin løgd til andstøðuna at taka støðu til og atkvøða ígjøgnum.

Hetta eru borgarar í okkara samfelag, sum vit hava eina heilt serliga skyldu til at veita eina hjálpandi hond, ja, hetta eru borgarar, sum onga rødd hava til at mótmæla.

Eitt kann eg tó lova teimum og teirra familjum eitt, at tey fara at fáa mín fulla stuðul í morgin og skal eg atkvøða fyri, at tey kunnu fáa eitt nýtt heim á Reynstúni.

Annika Olsen, býráðslimur

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo