Ein 26 ára gamal maður er handtikin í samband við yvirgangsatsóknina fyrr í vikuni í býnum Solingen í Týsklandi, tá trý fólk vórðu stungin til deyðis og fleiri onnur fingu skaða.
Maðurin var í blóðdálkaðum klæðum, tá hann var handtikin skriva fleiri miðlar, teirra millum BBC.
Hann verður nú ákærdur fyri morðini, og eisini fyri at vera limur í víðgongda, islamiska yvirgangsfelagsskapinum ISIS.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo