Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Uttanríkis- og Mentamálaráðið: Fyri trimum árum síðani bleiv diplomútbúgvingin í námsfrøðiligari leiðslu bjóðað út á fyrsta sinni, og eftir hálvumtriðja ári á skúlabeinki fingu 25 prógv í dag.

Útbúgvingin er soleiðis samansett, at fyrstu 30 ECTS-stigini verða brúkt til at koma upp á bachelorútbúgving, og næstu 30 ECTS-stigini er útbúgving í námsfrøðiligari leiðslu.

Útbúgvingin er ætlað skúlastjórum, skúlaleiðarum og teimum, sum hava í huga at arbeiða við skúlaleiðslu.

Yvirskipað snýr námsfrøðilig leiðsla seg um at styrkja leiðandi førleikarnar hjá skúlastjórum og skúlaleiðarum, soleiðis at hann ella hon á besta hátt kunnu stimbra fakligu og sosialu førleikarnar hjá einstaka læraranum. Eisini snýr námsfrøðilig leiðsla seg um at stimbra samstarvið hjá einstaka læraranum við næmingin og foreldrini.

Tað er Námsvísindadeildin á Fróðskaparsetri Føroya í samstarvi við Glasi, sum hevur skipað leiðsluútbúgvingina.

“Tað er gleðiligt, at tey, sum ganga á odda í skúlunum kring landið, kunnu taka leiðsluútbúgving í Føroyum. Sjálvt um skúlaleiðslurnar sum heild rigga væl, hevur leingi verið tørvur á, at skúlaleiðslurnar verða fakliga styrktar, so dagurin í dag er eitt stórt fet rætta vegin,” sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo