Hagstovan: Størsti vøkstur er hjá kvinnum, sum arbeiða hjá arbeiðsgevara undir almennum ræði. Í vinnugreinum er vøksturin serliga stórur í "Heilsu- og almannaverki" og í "Almennari fyrisiting og verju".
Lønirnar vóru góðar 600 milliónir krónur, ella 5 prosent, størri í 2024 samanborið við 2023.
Gongdin vísir, at vøksturin í útgoldnum lønum hevur verið støðugur seinastu árini, men vøksturin var tó eitt vet minni í 2024 samanborið við árini frammanundan.
Lønirnar útgoldnar í 2023 vóru 5,8 prosent hægri enn í 2022.
Í 2022 vóru lønirnar 6,1 prosent hægri enn í 2021.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo