Tórshavnar kommuna: Seinnapartin í dag var hátíðarhald á Lágargarði, tí Jastrid Olsson fyllir 100 ár.
Her eru brot úr røðuni, ið Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, helt fyri Jastrid.
- Góða Jastrid.
Sum borgarstjóri vil eg vegna Tórshavnar kommunu og eisini egna vegna ynskja tygum hjartaliga tillukku við 100 ára føðingardegnum!
Hetta er av sonnum ein stórur høgtíðsdagur, tí bert fáum okkara unnist at røkka so høgan aldur, sum tygum nú hava rokkið.
Ofta verður nú á døgum tosa um “hin triðja aldurin”, sum er, tá fólk framvegis eru virkin eftir pensjónsaldur.
Og virkin hava tygum verið alt tygara lív – bæði í arbeiðstíð og frítíð, sum vit longu hava hoyrt nevnt.
Hesi 100 árini hava tygum upplivað stórar broytingar, og tað mesta er ikki til at kenna aftur frá tygara yngru døgum.
Ella sum Jens Eli Ellefsen yrkti: “Tíðin var tíðin, sjálvt lívið var alt. Nú er alt bara minnir.”
* * *
Pápi tygara, Jógvan, keypti sær eina trøð uppi á Kválinum á Tvøroyri, sum tá var langt frá alfaravegi, einar 300 metrar vestur frá Tvørá.
Har bygdi hann sær hús og búsettist saman við mammu tygara, Sannu, fekk sær kúgv, seyð, hønur og alt tað, sum hoyrdi til.
Trøðna legði hann inn, so tit kundu velta epli og klára tykkum sjálvi við tí, hetta gav.
Hetta gjørdist trygga heimið hjá tygum og tygara sjey systkjum, ið høvdu ein góðan uppvøkstur uppi á Kválinum.
Mamma tygara var bóndadóttir, ið nokk so tíðliga kom suður í Suðuroynna úr Gásadali, og hon dugdi væl at halda hús.
* * *
Tit bera øll orð fyri at vera kreativ og fitt í hondunum, og sjálvt tá tit fóru at skera torv, kundi hetta síggjast aftur.
Tað verður fortalt, at tað var ein fragd fyri tygum at skapa figurar, fuglar og annað burtur úr mógvinum, tá torvið varð skorið.
Beiggi tygara, Moody, sum akkurát ikki náddi at uppliva henda stóra dag tygara, var tiltikið uppfinnsamur og snildur.
Mær er fortalt, at hann gjørdi modell-flúgvarar og ta einu ferðina riggaði ein motor til, sum hann setti í gongd við einum elastikki.
Hesin snøggi modellflúgvarin kundi flúgva einar 100 metrar frá húsunum og aftur, og hetta bergtók allar hinar dreingirnar á Tvøroyri.
Og hóast Moody ikki var so bragdligur at fara upp í nátabergið oman fyri Hvannhaga, fann hann upp á ráð, so hann kundi taka nátaegg allíkavæl.
Hann riggaði sær eina seiðatráðu til við grabba, so hann frá tromini í erva kundi skumpa nátarnar til viks og so grabba egg úr reiðrinum.
Sum eg skilji, er hetta uppfinnsemi nakað, ið hevur myndað tykkum øll – ikki minst tygum, tá ið húsini í Hamarsgøtu skuldu byggjast.
* * *
Tygum hava altíð lisið nógv og søkt lærdóm, og tað eru ikki smávegis bøkur, tygum hava havt á hondum og lisið úr einari permu í aðra.
Tygum hava altíð havt eina bók við hondina, og talan hevur verið um alskyns skaldskap og kunnleika, sum hevur givið tygum holla vitan og gott skil.
So hevur altíð verið, tí tá ið tygum høvdu fingið allan tann lærdóm, tað bar til at fáa á Tvøroyri, komu tygum sum 20 ára gomul til Havnar.
Sum vit longu hava hoyrt, arbeiddu tygum sum bókhaldari hjá Skipafelagnum, hjá Demich og at enda hjá Jákup á Dul, umframt niðri í Kjøpinhavn í eini tvey ella trý ár.
Meðan tygum arbeiddu á Skipafelagnum, tóku tygum handilsskúlaprógv í kvøldskúlanum, og eisini hava tygum tikið skeið í bæði enskum og týskum máli.
Tygum hava altíð verið øgiliga sjálvstøðug og havt ein sterkan vilja til at klára alt sjálv, og eitt sindur treisk hava tygum eisini verið.
Tað gav at býta ta einu ferðina, eftir at tygum sum 97 ára gomul vóru komin higar á Lágargarð, og tygum tann eina dagin vóru tikin av vindi, duttu og brutu mjódnina.
Har onnur høvdu lagt seg í songina fyri well, treiskaðust tygum, so ikki gingu meira enn fýra dagar, so vóru tygum aftur á fótum.
* * *
Tað ber illa til at nevna tygum, uttan eisini at nevna systrina Ruth, tí tit hava altíð verið so tættar og góðar.
Heilt frá ungum árum hava tit báðar verið so nógv saman, og tit hava ferðast víða báðar og eisini havt mong felags áhugamá, og millum annað hava vit hoyrt um frítíðararbeiðið í Ebenezer.
Men eg veit eisini, at tygum gleddust til at røkka pensjónsaldur, so meira kundi gerast við at mála málningar, mála postalín, veva myndir og at virka ull á ymsan hátt
Tygum hava vitjað flestu lond í Europa, og eftir at tit báðar vóru pensjóneraðar, fóru tit – av øllum støðum – ein túr saman til vestur-afrikanska landið Gambia.
Tygum hava hvørki havt mann ella børn, men hava kortini verið sum ein omma fyri øll børnini í familjuni, sum ikki minst plagdu at njóta gott av tygum sum sjaføri.
* * *
Alskurin til tað yngra ættarliðið er stórur, og tey ungu í familjuni eru gimsteinar tygara, tí tygum hava altíð verið so familjukær og ikki minst vinsæl.
Av tí sama eru tey nærmastu, tygum hava verið so góð við, framvegis ófør at vitja, so tað er gleðiligt at síggja, at trúfesti gongur báðar vegir.
Tygum hava dúgliga vitjað familjuna niðri, og eisini havt samband við arbeiðsfelagar, líka til teir fullu frá, og vinarbondini hava verið mong.
* * *
Nú lívssólin leitar sær vesturum og tað er farið at kvølda, hóska hesi vøkru orð úr yrkingini eftir Hans Andreasi Djurhuu væl til tygara langa lív:
“Alt átti so friðarligt hvíldarlag,
kvøldarhvíld eftir stravnan dag.
Sólin var farin um fjallaskarð,
tó enn stóð glæman og lýsti har.”
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo