Almanna- og Mentamálaráðið: Seinnapartin í dag 18. oktober 2024 hevur verið hildin føðingardagur á Svangaskarði á Toftum, nú Jacob Mikal Mikkelsen fyllir 100 ár.
Nógv fólk høvdu leitað sær á Svangaskarð at heilsa uppá Jacob Mikal og ynskja honum til lukku.
Eisini var Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, boðin við og helt hon røðu fyri Jacob Mikali.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo