ArtiCon: Í dag skipaði Articon fyri jólahugna á Hjalla í sambandi við, at starvsfólkini hjá ArtiCon fara í jólaferiu. Nógv ymiskt var á skrá.
Millum annað vórðu heiðrað 11 starvsfólk, sum øll høvdu havt 10 og 20 ára starvsdag í 2024.
Tey, sum hava verið í 10 ár eru: Heini Danielsen, Jana Djurhuus, Sunnvard Andreasen, Heðin Olsen, Birgir Svavarsson, Jón í Soylu, Torkil A. Hansen og Kári Viderø Olsen (væntar á myndini)
Tey, sum hava verið í 20 ár eru: Høgni N. Thomsen, Katrin Petersen og Aksel Johannesen.
Jón Sigurdsson, stjóri, segði nøkur orð og takkaði teimum fyri teirra trúfesti og ídni.
Hjartaliga tillukku við starvsdøgunum!
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo