Minst 10 fólk eru deyð í einum loftálopi á eitt mál í Gaza seinnapartin.
Hamas myndugleikarnir í Gaza siga, at talan var um ein skúla. Ísrael sigur hinvegin, at talan var um ein fyrrverandi skúla, sum nú bleiv brúktur til at framleiða vápn. Harumframt varð fyrrverandi skúlin sambært Ísrael eisini brúktur til kommandostøð.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo