Nú er turbinan sett til á Zarepta sum skal geva meginpartin av hitanum til bæði øll húsini og svimjihylin.
Vatnið kemur frá lítlari byrging og verður leitt til turbinuna, sum framleiðir 67 KW.
Árliga oljunýtslan hjá Zarepta lá um 40.000 litar, men við nýggju skipanini fer turbinan at klára meginpartin av árligu nýtsluni.
Íløgan í nýggju vatnorkuskipanina liggur um eina millión krónur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo