Ein av fáu føroyingunum sum alment torir at standa við, at hann stuðlar víðgongda eko-felagsskapinum Sea Shepherd, hevur nú fingið stóra viðurkenning frá stovnaranum av Sea Shepherd, Poul Watson.
Føroyingurin stóð fattur og stroymdi grindadrápið í Hvannasundi 28. apríl í fjør. (Sí viðurkenningina her)
Eingin hvalur var bjargaður hendan dagin, men Poul Watson roynir at halda mótinum uppi hjá sínum fáu stuðlum í Føroyum, og nú hevur Poul Watson sligið føroyingin til riddara av Sea Shepherd.
Poul Watson og Sea Shepherd hava niðurgjørt og logið um Føroyar í 40 ár, og tí er tað rættiliga serligt at síggja ein føroying fáa ein slíkan “heiður”.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo