Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Talvsambandið: Føroyar fingu góða byrjan á talvolympiaduni í Budapest. Í fyrsta umfari í dag vunnu vit 3 -1 á Santa Lucia, sum er ein oyggj har eysturi í Karibia. 180.000 fólk býr á oynni, sum fyrr var undir bretskum veldi, men fekk sjálvstýri í 1979.

Hetta er onnur ferðin, at oyggin er við á talvolympiadu. Telvarar haðani hava tí ikki mestu royndirnar, og ratingtøl og seeding varskógvaðu, at hetta var manning, sum Føroyar áttu at vinna á. Føroyar eru styrkismettar nummar 66 og Santa Lucia nummar 169. Eingin av telvarunum á teirra liði hevur styrkital hægri enn 2000. 

Men nógv økta telvingin á netinum seinni árini ger, at talv er vorðin ein heimsvíðfevnd kappingargrein, sum røkkur út í hvønn krók í heiminum. Brádliga eru øll heimsins lond við á talvolympiaduni. Og hjá summum er framburðurin so stórur, at styrkitølini fylgja ikki við, tí telvað verður meira á telduni heldur enn í skipaðum kappingum í nærtalvi, har ratingtølini eru upp á spæl. Summir av hesum ókendu grasrótstelvarum við lágum ratingtølum, sum nú stinga seg upp á talvolympiaduni á liðum úr nýggjum londum, eru kanska í veruleikanum harðkókaðir teldutelvarar - úlvar í seyðaskinni.

Og í dag hendi tað, at okkara stórmeistari tapti á 1 borði fyri manni við næstan 600 ratingstigum minni. Eitt dýrt tap fyri styrkitalið. Helgi stóð væl, átti ivaleyst at vunnið, men tíðin gekk undan, tá ein leikur var eftir at gera fyri tíðareftirlitið. Kanska er tað tvørrandi venjingarstøða, sum spøkir. Helgi hevur ikki telvað í útlondum í tvey ár, og noyðist kanska at brúka fyrstu dystirnar til at banka rust.

Føroyar (66) - Santa Lucia (169) 3 - 1
GM Helgi Dam Ziska 2553 - Nathaniel Mathurin 1982 0 - 1
Høgni Egilstoft Nielsen 2379 - Sixtus Gabriel 1800 1 - 0
Rógvi Egilstoft 2278 - Justin James 1745 1 - 0
Luitjen Akselsson Apol - Kaieem Elizee 17011 - 0
John Rødgaard hevur sent hesa frásøgnina um dystin:

Santa Lucia átti at verið eitt fittligt lið at byrja við, men lágu styrkitølini snýttu eitt sindur, tí tað vísti seg, at teir vóru ikki heilt eiðasørir telvarar.

Stóra dramaið var á 1 borði. Maðurin av Santa Lucia stillaði seg í verjustøðu, og torført var at finna sigurskósina. Helgi stóð kortini væl, men mótstøðumaðurin var kringur at leggja fótonglar í vegin. Støðan gjørdist eitt sindur spent, báðir komu í tíðarneyð, Helgi hugsaði so djúpt, at hann rætt og slætt gloymdi, hvussu skjótt sekundini taldu niður, og so fór tíðin, tá ein leikur var eftir at gera. Hetta var ógvuliga harmiligt.

Høgni kom væl frá byrjanarspælinum. Hann var so smátt farin at fáa initiativið, tá mótstøðumaðurin brádliga fór skeivur. Høgni býtti upp til rókaendatalv við finnuyvirvág, og vann lættliga.

Rógvi vann eina finnu longu í byrjanini. Hana fekk mótstøðumaðurin aftur, men tað bar í sær, at Rógvi fekk ein risariddara á c4 og virkið rókaspæl. Rógvi vann sannførandi og instruktivt - beint eftir læribókini.

Luitjen javnaði skjótt  eftir byrjanarspælið, mótstøðumaðurin slakaði í so nógv, og kom at standa heldur verri. So var eitt mistak, og eftir tað var Luitjen eirindaleysur og setti hann skák og mát.

Turkaland í øðrum umfari
Tað verður heilt onnur mótstøða í øðrum umfari í morgin. Tá telva Føroyar móti Turkalandi, sum er styrkismett nummar fjúrtan í kappingini. Teir hava stórmeistarar á øllum borðum, og miðalstyrkitalið táttar í 2600. Turkaland vann í dag 4 - 0 á Puerto Rico. 

Dystirnir í morgin byrja klokkan 15. Til ber at fylgja við á netinum.

Ikki færri enn 197 lið eru við á talvolympiaduni í Budapest, og tað er met.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo