Hvør minnist ikki fjálturin tá tú sum smádrongur ella -genta skuldi í tannlæknastólin? Kanska fyri fyrstuferð, og kanska við tannapínu?
Tannlæknarnir hjá danska hjálparfelagsskapinum Tandsundhed uden Grænser (TUG), sum í farnu viku vóru í miðafrikanska landinum Ruanda, uppliva eitt sindur av hvørjum, tá teir eru til arbeiðis og hjálpa bæði ungum og gomlum sum hava trupulleikar við tonnunum.
Ein av døgunum kom ein smádrongur at biðja sær hjálp. Hann var týðuliga ikki úr einum eftir umstøðunum vælbjargaðum heimi. Klæðini vóru skitin, splittan frammantil opin og brotin og hann gekk í inniskóm, ætlað konufólki, har tann eini skógvurin var mestsum hálvt burturslitin.
Tonnin, hann hevði ilt í, var ikki so løtt at fáa bilbugt við, so fyrsti tannlæknin bað um hjálp frá tí næsta, sum aftur bað um hjálp frá tí triðja. Um tað var hesin stóri áhugin fyri munninum knappliga, ella um tað var pínan, hann upplivdi, fáa vit helst ongantíð greiði á. Tí smádrongurin sprakk knappliga upp og leyp á dyr. Men í somu løtu, hann var komin útum, angraði hann, tað var týðuligt.
Við einum tári í hvørjum eygnakróki sat hann allan dagin nakað skamt frá sjálvum viðgerðarstaðnum og summaði seg. Hann visti væl, at skuldi hann fáa tað betri, so noyddist hann at lata tannlæknarnar gera sítt arbeiði liðugt.
Bæði tannlæknarnir, lokalu hjálparfólkini, og tygara útsendi, tosaðu tann dagin nógv um fátæka smádrongin, sum ikki megnaði at standa ímóti trongdini at velja tað lættastu her-og-nú loysnina, sum var at leypa á dyr.
So mikið nógv størri var gleðin hjá øllum tá vit sóu, at hann framvegis var har tann næsta dagin. At hann ikki hevði stungið halan ímillum beinini og var rýmdur heim. Við tannapínuni.
Tá tað einaferð bleiv hansara túrur at sleppa framat hevði hann mannað seg so mikið nógv upp, at eitt lítið smíl sást í munnklovunum. Og í tí hann legði seg upp á briksina spurdi hann tannlæknan:
- Will I get a toy?
Jú, jú, lovaði hon, tað skuldi hann sjálvandi sleppa at velja sær, eins og øll hini børnini, sum longu høvdu verið ígjøgnum eina viðgerð.
Eina løtu seinni var viðgerðin liðug, og fátæki smádrongurin fegin á veg avstað, heimaftur.
At geva børnunum eitt lítið leikutoy eftir eina viðgerð er sum vit hava skilt púra serføroyskt. Leikutoyið, sum tannlæknarnir frá TUG býttu út í Ruanda, var tískil eisini sponsorerað úr Føroyum.
Sí eisini:
Hjálpin hevur nógv at siga fyri okkum
Tannlæknarnir máttu arbeiða uttan ljós og streym
Viðgjørdu 346 sjúklingar í fimm dagar
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo