Í Føroyum hava vit Kvinnuhúsið ella Kreppumiðstøðina í Havn. Endamálið hjá Kvinnuhúsinum er fyrst og fremst at varpa ljós á harðskap og órættindi, framd móti kvinnum. Men vit hava onki heim ella tilboð til harskapsraktar menn.
Síðan Kvinnuhúsið varð sett á stovn í 1990, hava nógvar harðskapsraktar kvinnur fingið hjálp í Kvinnuhúsinum. Í ársfrágreiðini hjá Kvinnuhúsinum fyri 2017 sæst, at tey fingu 505 áheitanir av ymsum slag, av teimum snúðu 155 áheitanir seg um likamligan harðskap, 316 áheitanir snúðu seg um sálarligan harðskap, og 172 snúðu seg um hóttanir um harðskap.
Leiðarin í Kvinnuhúsinum, Elin Reinert Planck, sigur, at tað er komið fyri, at onkur harðskapsraktur maður hevur vent sær til Kvinnuhúsi, men tað er rættiliga langt ímillum. Og Kvinnuhúsið tekur sær bara av kvinnum.
- Hevur onkur maður ringt til okkara, so hava vit tosað við viðkomandi á sama hátt sum við kvinnurnar. Men tað átti kanska eisini at verið okkurt tilboð til menn. Til dømis áttu teir at fingið tilboð um ókeypis sálarhjálp, heldur Elin Reinert Planck.
Harðskapur í nærsambondum
Í 2010 varð samtykt at gera eina heildarætlan um harðskap, og í mars í 2011 varð Heildarætlan um harðskap í parløgum og nærsambondum løgd fram. Í 2012 varð Elin Winther Poulsen sett at samskipa ætlanina. Dentur var serliga lagdur á at arbeiða við upplýsing, kunning, frálærutilvari og líknandi.
Ítøkilig tiltøk eru síðan sett í verk. Eitt teirra er, at fólk við seinárini av kynsligum ágangi/harðskapi kunnu fáa ókeypis sálarhjálp hjá sálarfrøðingi.
Eitt annað tilboð, sum er stáplað upp á beinini hesi árini, er eitt tilboð til tey, sum fremja harðskap. Bæði kvinnur og menn, sum fremja harðskap í nærsambondum, kunnu í dag fáa ókeypis sálarliga hjálp frá sálarfrøðingi. Endamálið er at koma burturúr truplum støðum í parløgum – uttan at nýta harðskap móti maka, børnum ella øðrum.
Tað er Almannaverkið, sum stendur fyri hesum báðum viðgerðartilboðunum í samstarvi við Felagið Føroyskir Sálarfrøðingar.
Mannfólkamiðstøð
Í londunum kring okkum taka tey málið um harpskapsraktar menn í parløgum í størri álvara enn í Føroyum.
Í Danmark hava tey mannfólkamiðstøðina, Mandecentret, sum hevur fimm deildir ymsastaðni í landinum. Miðstøðin rekur hetta serliga virksemið sambært avtalu við Javnstøðuráðið.
Á heimasíðuni hjá donsku Mannfólkamiðstøðini sæst, at sambært Rannsóknarstovninum fyri Fólkaheilsu verða umleið 13.000 menn árliga raktir av likamligum harðskapi í parløgum. Tað er umleið fjórðihvør av teimum í alt 46.000 dønunum, sum árliga eru fyri harðskapi í parløgum.
Trý høvuðsøki
Tað er fyrst og fremst á trimum økjum, serfrøðingar og hjálparfólk á Mannfólkamiðstøðini veita harðskapsraktum monnum hjálp:
- Tey tryggja, at harðskapsraktir menn og børn teirra fáa eitt fyribils stað at búgva, og geva ráð um og hjálpa monnunum at koma víðari í einum lívi uttan harðskap.
- Fyri Javnstøðuráðið kanna tey, hvør besta hjálpin er at veita harðskapsraktum monnum í framtíðini.
- Tey geva fakfólki frálæru í at hjálpa harðskapsraktum monnum, og kunna sum heild um, at eisini menn kunnu vera fyri harðskapi frá makum, fyrrverandi makum og familjulimum.
Á Mannfólkamiðstøðini halda tey seg serliga síggja seks ymisk sløg av harðkapi:
- Sálarligan harðskap
- Likamligan harðskap
- Materiellan harðskap
- Fíggjarligan harðskap
- Kynsligan harðskap
- Tráfylging
Hóast serfrøðingar á økinum ikki ivast í, at vit hava sama trupulleika í Føroyum sum í londunum íkring okkum, tá tað kemur til harðsjapsraktar menn í parløgum, hava vit onga skipaða hjálp til harðskapsraktar menn yvirhøvur.
Skrivað hevur Grækaris Djurhuus Magnussen, PRESS
Les eisini:
Kvinnur fremja eisini harðskap
Kvinnur kunnu pilka menn niður
Vanliga harðskapsmyndin er skeiv
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo