Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

MYND: VP.FO

MYND: VP.FO

MYND: VP.FO

MYND: VP.FO

MYND: VP.FO

MYND: VP.FO

MYND: VP.FO

MYND: VP.FO

MYND: VP.FO

MYND: VP.FO

MYND: VP.FO

MYND: VP.FO

MYND: VP.FO

Danska verjuskipið Ejner Mikkelsen var í dag í Mykinesi, har eitt útlendskt ferðamannaskip seinnapartin ankraði upp og setti gummibátar og kajakkir á sjógv.

Sum skilst ætlaðu fólkini sær í land men fingu frá fólki í Mykinesi at vita, at tey vóru ikki vælkomin.

VP frættir at gummibátar og kajakkir frá skipinum, sum eitur RCGS Resolute og er skrásett á Madeira, sigldu og róðu kring oynna  og ímillum oynna og Hólmin.

Sum VP skilir er nýggj kunngerð lýst at koma í gildi 15. juni 2019. Sambært henni mugu ferðamannaskip ikki seta fólk í land uttan loyvi.

Kunngerð um sigling við ferðafólki við smærri bátum, sum verða sjósettir av ferðamannaskipum sigur millum annað, at hesir bátar skulu altíð koma til eina ISPS-góðkenda havn, ið avvarandi havnamyndugleiki hevur ávíst. Annars er siglingin bannað.

Sjóvinnustýri kann í einstøkum førum og undir nærri ásettum treytum geva undantaksloyvi.

MYND: VP.FO

MYND: VP.FO

MYND: VP.FO

MYND: VP.FO

MYND: VP.FO

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo