Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Kirkjubømenn hava verið í Trøllhøvda við sleppingarlombum. Á sínum facebookvanga skrivar Jóannes Patursson, kongsbóndi í Kirkjubø, at teir settu seks gjólingar og tveir brundseyðir á land á Oksahelluni. Alt gekk væl og ein tíma og 20 minuttir eftir at teir loystu, sótu teir aftur í køkinum heima á garði.

Við VP sigur Jóannes, at gamla skipanin í Trøllhøvda var 39 áseyðir, og í ár ganga 36 ær og tveir veðragjólingar. Teir fara út at koyra heilivág í seyðin í mars/apríl um tað lukkast við kyrruni, royta so í juli og taka seyðin heim fyrsta dag eftir 20. september, tá kyrran loyvir tí.

Í fjør fingu teir 1,5 lamb uppá ærina, og tað hildu teir vera gott.

Trøllhøvdi hevur hoyrt til Kirkjubø frá fornari tíð.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo