Í dag er Brimil á Porkeri og kannar fiskiskapin hjá fremmandu fiskarunum, sum koma hendavegin og flyta út nógvan føroyskan fisk uttanum allar vanligar skipanir.
Tað var VP sum fyrst avdúkaði fiskiskapin hjá útlendingunum og sum eisini hevur fingið málið upp á politiskt stig.
Sambært tí einu myndini, so hevur VØRN biðið 4 bátar um at koma til lands til nærri kanningar.
Og skiparin á Brimli, Óli Hans Olsen, váttar fyri VP, at hesir bátarnir verða nú kannaðir.
Meira fær hann ikki sagt í løtuni.
Les eisini:
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo