Fyribils er ikki ætlanin at broyta strategi í Føroyum eins og tey hava gjørt í Danmark.
- Men tað kann blíva neyðugt, heilt einfalt tí tað er ein spurningur um hvussu vit best brúka avmarkaðu orkuna. Tað sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni við VP.
Fyri tveimum døgum síðani skifti Danmark sína strategi í bardaganum ímóti Korona virusinum.
Frá at royna at finna fram til og kanna øll sum hava sjúkueyðkenni og koma frá vandaøkjum, verða nú bert tey kannað sum eru so sjúk, at tey skulu leggjast inn á sjúkrahús. Danmark er farið frá eini strategi sum hevur fokus á fyribyrging, til eina strategi sum hevur fokus á at hjálpa teimum sum eru ringast fyri.
- Sært tú fyri tær, at tað kann verða neyðugt at skifta strategi í Føroyum?
- Ja, tað geri eg. Um vit koma hartil, at tað ikki longur er samsvar ímillum arbeiðið sum vit gera, og hvat vit fáa burturúr, so noyðast vit at leggja á annan bógv, sigur Lars Fodgaard Møller.
Í gjár brúktu 8 fólk frá landslæknaembætinum og politinum tilsamans 50 tímar uppá at finna bert ein av teimum mongu, sum skulu í karantenu, tí tey hava verið í sambandi við ein av teimum seks, sum seinasta samdøgrið eru testað positiv fyri korona.
- Men eru sterku ættarbondini í Føroyum ikki ein fyrimunur tá leitast skal eftir fólkum sum skulu í sóttarhald?
- Kanska. Men tað ber eisini til at venda tí við og siga, at sterku ættarbondini eru ein bági, tí fólk eru tættari saman her enn til dømis í Danmark, sigur Lars Fodgaard Møller.
Hann leggur afturat, at øll tey sum eru sjúk í Føroyum hava tað eftir umstøðunum gott, og ongin er innlagdur á sjúkrahús.
Lars Fodgaard Møller hevur í løtuni ikki nakað fullfíggjað yvirlit yvir, hvussu nógv fólk eru í tvungnari karantenu í Føroyum. Men hann sigur, at arbeitt verður við fleiri loysnum enn bara Hotel Vágum. Og hann sigur, at kunnað verður um hetta so skjótt tað er klárt.
- Hevur tú nakað boð uppá, hvussu drúgvt hetta blívur?
- Tað er sera trupult at siga. Vit royna jú at drýggja tað út, so trýstið á heilsuverkið ikki gerst ov stórt. Men kanska vit síggja toppin um einar seks vikur.
Í øllum førum seks av teimum smittaðu, eru smittað uttanlands. Enn er ikki funnið fram til, hvar hini trý av teimum tilsamans 9, sum nú eru testað positiv, eru smittað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo