Enn einaferð eru Føroyar sum ferðamannaland á breddanum í fleiri av heimsins stóru miðlum.
Hesaferð tí Visit Faroe Islands er farið undir átakið "Closed for maintanance" ella "Afturlatið vegna Viðlíkahald".
- Hetta er fyrsta royndin at leggja saman marknaðarføring og menning, sigur Guðrið Højgaard, stjóri, ímeðan hon hyggur eftir tilmeldingunum sum floyma inn gjøgnum telduna.
Tiltakið varð lagt út á heimasíðuna hjá VFI klokkan 2 í morgun og longu 20 minuttir seinni hevði tann fyrsti meldað seg til - tað var ein amerikanari. Og síðani tá eru sera nógvar tilmeldingar komnar.
Tað kallast voulentourism - altso ein blanding av sjálvbodnum arbeiði og ferðavinnu.
- Í stuttum gongur tað út uppá at fáa útlendingar hendaveg at hjálpa okkum at gera gøtur, seta upp hegn og gera aðrar ábøtur á náttúruna í útvaldum støðum. Tað vera eini 9 støð tilsamans, sigur Guðrið Højgaard.
Hon nevnir Kirkjubø, Mykines, Gásadal, Trælanípuna, Oyndarfjørð og Elduvík, sum nøkur.
- Vikuskiftið 26. - 28. apríl sleppa bert tey ferðafólkini har, sum ætla at hjálpa til við viðlíkahaldinum, sigur hon.
Kommunurnar og kunningarstovurnar eru eisini við í verkætlanini. Og sjálvt løgmaður bjóðar eisini vælkomin - sí video niðast á síðuni.
Málið er at fáa einar 100 útlendingar at koma hendavegin í apríl at hjálpa til. Tey gjalda ferðaseðilin sjálvi, men fáa mat og uppihald ókeypis frá VFI.
- Koma fleiri eru tey vælkomin, men vit gjalda fyri tey fyrstu 100, sigur Guðrið Højgaard, og leggur afturat, at tað er eitt rák at fleiri og fleiri ferðafólk fegin vilja leggja okkurt gott eftir seg, tá tey hava vitjað eitt stað.
- Tað gleðiliga er, at hóast tiltakið bert er eitt vikuskiftið, so ætla nógv tey flestu sær at steðga longri, sigur stjórin í Visit Faroe Islands.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo