Rúni Djurhuus hevur gjørt eina video frá háli umborð á Enniberg.
Hann sigur at allir vinklar rundan um kameraðið eru tiknir upp í senn, so tú kanst navigera við músini ella fingrinun, alt eftir hvørja eind tú spælur av við.
Upptøkan vísur frá tí hálað verður, fiskurin flaktur og frystur, og blokkarnir førdir á transportbandi í lastini.
Her arbeiða raskar og kvikar hendur fyri sína løn, og tjatta ikki á Facebook á vakt.
Í hesum hálinum vóru 15 tons.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo