G! Festivalurin: Yann Tiersen og Quinquis búgva bæði á oynni Ushant í Ermarsundi. Í summar leggja listafólkini úr landi við seglbáti sínum á eina konsertferð, har tey spæla í býum og bygdum í Írlandi, Wales, Skotlandi og Onglandi, ávegis á G! Festivalin.
Yann Tiersen kenna ivaleyst føroyingar flest úr samstarvinum við Orka og við Ólav Jákupsson, Umframt úr filmtónleikinum til filmin Amélie, ið er spældur næstan eina milliard ferðir á Spotify.
Handan listanavnið Quinquis er kona Yann, Émilie Tiersen, ein listakvinna, ið blandar sína egnu mentan og søgu, við modernaðan elektroniskan tónleik, ið skapar teirra heilt egnu ljóðmynd. Eins og Yann samstarvar Quinquis eisini við Ólav Jákupsson.
Hendan konsertferðin, ið varð kunngjørd í dag og er sambært Tiersen hjúnunum ein konsertferð sum eingin onnur.
Konsertir eru bókaðar í spælistøðum í Cork, Dublin, Belfast, Edinburgh, Bangor, Liverpool og í Gøtu. Í samstarvi við lokalar kreftir eru somuleiðis konsertir lagdar til rættis í kirkjum, pubbum, íbúðum, strondum og urtagørðum, um vindurin loyvir hesum. Ætlanin við hesum er at skapa eina nýggja uppliving fyri bæði áskoðarar og tónleikarar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo