Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Stórtíðindi

Tórshavnar kommuna: Í sambandi við “Forsvarets Nationale Flagdag”, sum er tann 5. september, bjóðaðu Arktisk Kommando og felagið fyri føroyskar krígsveteranar til móttøku umborð á Hvidbjørnen, ið lá við Skansabryggjuna í dag. Borgarstjórin var boðin at luttaka.

Martin Thorup, kommandørkapteynur á Hvidbjørnen, bjóðaði vælkomin, og høvuðsrøðari í dag var Martin Lund, oberstloytnantur. Heðin Mortensen, borgarstjóri, sum kom beint av flogvøllinum, takkaði fyri at vera boðin við, og takkaði fyri, at veteranfelagið heldur lív í hesi siðvenju, nú vit vinda flaggið á stong fyri teimum, sum komu trygt heimaftur, teimum, hvørs lív varð broytt av krígsávum - og teimum, sum ongantíð komu heim.

Veteranarnir hava sín egna felagsskap við fleiri enn 3.500 limum úr øllum ríkinum, felagsskapurin umfatar fólk, sum hava verið í tænastu hjá ST, ES og NATO, og limirnir koma úr øllum ríkinum. Í Føroyum eru fleiri enn hálvhundrað krígsveteranar, sum hava verið útsendir í fremmand lond av danska verjumálaráðnum.

Í 2021 segði danska verjumálaráðið, at síðan 1948 høvdu fleiri enn 60.000 fólk úr ríkinum verið útsend – av teimum búðu tá 33 í Tórshavnar kommunu, umframt onnur kring landið. Eisini í Grønlandi eru krígsveteranar, og 5. september er almennur flaggdagur í øllum kongaríkinum fyri øll hesi, sum harvið verða viðurkend fyri teirra innsats.

Hesin flaggdagurin er eisini ein viðurkenning av teimum avvarðandi, teimum, ið hava staðið aftanfyri og hava stuðlað – tey hava eisini gjørt ein veldugan innsats, sum í førum hevur kostað teimum drúgva bíðan og langtan í iva - og tíverri í førum óendaliga sorg.

Dagurin hevur vanliga verið hátíðarhildin Í Keypmannahavn við minningargudstænastu í Holmens kirkju, eini paradu á Christiansborg Slotsplads og øðrum tiltøkum.

---

Borgarstjórin segði aftaná hátíðarhaldið, at fyri okkum, sum liva í tryggu Føroyum, kann vera trupult at ímynda okkum teir ræðuleikar, ið hermenn kunnu uppliva í tænastu í fremmandum londum.

- Tó hevur hesin veruleiki verið rættiliga týðiligur fyri okkum seinastu tíðina, og er meira vorðin ein veruleiki fyri okkum, nú vit regluliga fylgja krígnum í Ukraiina og hvønn einasta dag hoyra um ræðuleikar og krígsbrotsverk. Vit hava sæð ræðslusligin fólk, sum váða lív fyri at sleppa burtur frá harðrendum valdi, fólk, sum liva í armóð og seta alt uppá spæl fyri eina tryggari og bjartari framtíð.

- Vit hava í Føroyum tikið ímóti lutfalsliga stórum tali av hesum flóttum – eg kom at hugsa um, at vit á Kvøldskúlanum hava ein heilan flokk av ukraiinskum børnum, sum læra seg føroyskt mál og føroyska mentan. Teir ræðuleikar, sum hava fingið hesi fólk at rýma, hava hermenn upplivað frá fyrstu parkett og tíverri hava fleiri latið lív eisini.

- Vit vita eisini, at veteranar ikki bert bera likamlig mein, men kunnu hava ræðuligar sálarligar eftirskjálvtar, sum teir og teirra avvarðandi mugu liva við alt lívið. Vit hava t.d. fleiri veteranar, sum upplivdu ræðuleikarnar í Bosnia. Tíbetur eru vit í dag opin um hetta og kunnu tosa saman og veita hjálp eftir førimuni.

- Kríggj ávirkar ikki bert tann, ið hevur verið í kríggi, men alla familjuna. Tí er tað so ómetaliga týdningarmikið, at almenningurin og politiska valdið verður væl kunnað um hesi viðurskifti, so vit kunnu veita rætta stuðulin og røttu hjálpina, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo