Í morgin fyrst bert ein ond eystanefti, sum lækkar niður í sunnan og frískar vindin nakað. Smáskýggjað og sólglottar, turt og hitin millum 2 og 9 stig.
Týsdagin strúkur í vindi av lágum vestri, skýggjað og mest turt, hitin um 9 stig.
Mikudagin upp í skrið av vestri, okkurt einstakt æli tíðliga á degnum, annars sólglottar og hitin um 8 stig.
Hósdagin verður samregn, fyrst melur hann av ymsum ættum, seinni vestan og útnyrðingur og hann veksur vindin upp í skrið ella storm, hitin millum 4 og 8 stig.
Fríggjadagin verður turt aftur og minni vindur, ættin ímillum útnyrðing og vestan, turt, og hitin millum 2 og 6 stig.
Næsta vikuskifti verður hampuligt veður, lot av útsynningi, turt men skýggjað og hitin 8-10 stig.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo