Verkfallið hjá ljósmøðrunum er nú av.
Ljósmøðurnar og Fíggjarmálaráðið hava júst skrivað undir nýggjan sáttmála, sum inniber eina lønarhækking, ið verður mett at kosta 8,475 prosent samanlagt yvir trý ár.
Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum bjóðaði Ljósmøðrafelagnum á fund í morgun at viðgera ymiskar loysnir, og endaði fundurin við, at partarnir fyri løtu síðan undirskrivaðu ein trý-ára lønarsáttmála.
Talan er um ein trý-ára sáttmála galdandi frá 1. okt. 2017 til 1. okt. 2020.
Okt. 2017 hækkar mánaðarlønin 0,6 prosent.
Okt. 2018 hækkar mánaðarlønin 1,2 prosent.
Okt. 2019 hækkar mánaðarlønin 1,8 prosent.
Hartil eru broytingar í sokallaðari skalagongd, ið gera, at endalønin hjá ljósmøðrum hækkar øll 3 árini.
Sambært In.fo hevur Ann Danielsen, serlækni í kvinnusjúkum, sagt, at tað var bara ein spurningur um tíð, áðrnen verkfallið hevði kostað mannalív. Í nátt var ein barnakona í vanda fyri at bløða burtur, og tær báðar donsku ljósmøðurnar, sum hava verið til arbeiðis, hava givið eftir fyri trýsti og eru farnar av landinum aftur, skrivar In.fo.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo