Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Nógv graml hoyrist í hesum døgum um, at trupult er at fáa nóg nógvar kvinnur á listarnar kring landið. Um so er, krevst sjálvrannsakan bæði hjá teimum, ið royna at manna listarnar, og hjá teimum kvinnum, ið ynskja broytingar í sínari kommunu. 

Kanningar hjá Demokratia vísa greitt, at kvinnur og menn raðfesta ymiskt. Harumframt ger okkara kynsbýtti arbeiðsmarknaður, at kvinnur og menn yvirskipað sæð hava ymiska servitan og innlit. 

Hetta ger tørvin á javnari kynsumboðan í politikki enn størri.

Vantar kvinnusjónarhornið í kommunustýrunum, verður minni dentur lagdur á tey øki, ið kvinnur hava størstan áhuga í.

Eftir kommunuvalið í 2020 gjørdist kynsbýtið í kommunustýrunum 36 % kvinnur og 64 % menn, ella 72 kvinnur og 128 menn. 

Onkur vil vera við, at støðan er rímiliga góð. Men støðan er tann, at bara 12 av 29 kommunum hava tað, vit kunnu kalla javna kynsumboðan. 

Í trimum kommunum í landinum er eingin kvinnuumboðan. Tað er stutt sagt ikki nóg gott.

Eitt sunt fólkaræði fevnir breitt. Men fevnir kommunala fólkaræðið nóg breitt?

Kommunuval og løgtingsval eru sera ólík, einamest tí hugsjónir og flokspolitikkur ikki eru eins avgerandi fyri veljaran, tá talan er um kommunuval.

Tá vit velja okkara umboð í kommunustýrið, eru tað ofta tær persónligu raðfestingarnar, sum avgera, hvar vit seta krossin. Hetta er væl skilt, tí kommunupolitikkur snýr seg um gerandisdagin hjá okkum øllum. Um barnaansing, eldrarøkt, mentan, ítrótt, vegir, lendisgøtur, bussleið, gøtuljós, svimjihyljar, burturkast, parkering, byggiloyvi, grøn øki, spælipláss, vatnveiting, havnarøki, hegnskyldu, ungdómshús og alt hitt, ið fyllir í okkara gerandisdegi.

Hóast vit samanumtikið kunnu siga, at fleiri kommunur fingu framgongd á kommunuvalinum í 2020, og at kvinnuumboðanin støðugt er økt við tíðini, skulu hesi úrslit ikki takast fyri givið. Og sjálvandi skal kynsbýtið vera enn javnari, tá atkvøðurnar eru taldar upp týskvøldið 12. november 2024. 

Úrslitið fer at mynda politiska arbeiðið tey næstu fýra árini.

Kava vit niður í úrslitið av kommunuvalinum í 2020, so er hugvekjandi at síggja, at munurin millum innvaldar kvinnur og innvaldar menn er meinlíkur muninum millum uppstillaðar kvinnur og uppstillaðar menn.

Meir enn triðja hvør kvinna og triðji hvør maður, ið stillaðu upp, vórðu vald.  

Hetta er tekin um, at í kommunupolitikki er veljarin klárur til størri javnstøðu. Neyðugt er tó, at listarnir og flokkarnir gera sítt fyri, at veljarin hevur nokk at velja í. 

Verður uppstillingin hesaferð meira ójøvn, kann tað gerast eitt veruligt bakkast á javnstøðuleið. Ábyrgdin liggur ikki minst hjá flokkunum og teimum við ábyrgd av listunum. 

Niels Uni Dam, formaður í Demokratia

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo