Tað byrjaði í París, men nú frættist úr nógvum londum í Europa um pláguna sum hevur rakt bussar, tok, flogfør og gistingarhús. Veggjalús eru allastaðni, eisini í Danmark.
Plágan er so álvarslig í París, at har verður tosað um, at hetta kann fara at hava beinleiðis ávirkan á Olympisku Leikirnar, sum eftir ætlan skulu haldast har næsta summar.
Veggjalús súgva blóð, millum annað frá fólki, serliga um náttina.
Danska TV2 skrivar um gistingarhús, sum hava brúkt fleiri milliónir krónur fyri at basa lýsnum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo