30. september er World Maritime Day, og IMO hevur heitt á øll limalond um at lýsa bygningar, skip, havnir standmyndir ella annað við maritimum tilknýti upp við bláum ljósi henda dagin.
Í Føroyum fara m.a. Sjóvinnustýrið, Navigare og Føroya Skipara- & Navigatørfelag at vera við í tiltakinum og lýsa bygningar sínar upp hóskvøldið. Helst verða fleiri við eisini.
Tiltakið er eitt symbolskt átak, ið hevur til endamáls at varpa ljós á tann stóra týdning, ið shipping hevur fyri heimin. Í ár er sjófólkið í fokus við temanum “Seafarers: at the core of shipping’s future”.
Imo heitir á øll, sum eru við í tiltakinum um at brúka hashtag #WorldMaritimeDay á sosialu miðlunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo