Hóskvøldið skal býráðið taka støðu til, hvørt byggiloyvi skal gevast til at byggja kirkju á fríøkinum við Sandá.
Men hetta er tó ikki einasta avgerð viðvíkjandi Argja kirkju, sum liggur á láni hjá býráðnum at taka støðu til.
Byggi- og býarskipanarnevndin hevur nevniliga fingið framlagt tríggjar alternativar staðsetingar til Argja kirkju, sum bæði umsitingin hjá Tórshavnar kommunu og uttanveltaðir arkitektar hava lýst. Trøðin við Rosságøtu er ein teirra, og er økið longu lagt út sum byggiøki.
Hóast hesar staðsetingar vórðu lagdar fram fyri byggi- og býarskipanarnevndini aftur í november 2023, er eingin avgerð tikin enn. Hinvegin er málið útsett ferð aftaná ferð og á síðstu fundunum hjá byggi- og býarskipanarnevndini hevur málið als ikki verið á skrá.
Men málið um at varðveita náttúruøkið, sum hevur alstóran týdning fyri okkum mongu og komandi ættarlið, er størri enn so, tí eftir eru fleiri aðrir spurningar, sum meirilutin skyldar okkum at svara:
Ætlar meirilutin at leggja eitt av teimum síðstu villu náttúruøkjunum í býnum undir asfalt og betong?
Meinar meirilutin, at Tórshavnar kommuna skal loyva bygging á fríøkjum í kommununi? Um so er, hevur meirilutin somu hugsan um onnur fríøki?
Ætlar meirilutin at venda blinda eyga til tað fakta, at festari læt Tórshavnar kommunu stórt lendi til bústaðir við teirri treyt, at økið við Sandá skuldi vera fríøki, har ikki skuldi byggjast á?
Heldur meirilutin tað vera rætt at byggja eina kirkju við Sandá, hóast bert 20% taka undir við staðsetingini?
Hvørja hugsan hevur meirilutin um at staðseta kirkjuna við Rosságøtu?
Hóast málið er aldargamalt, gerst eingin klókari uppá, hvat meirilutin í roynd og veru meinar um málið. Tað eru meira enn tvey ár síðan, at undirritaða bað um at fáa málið um aðrar møguligar staðsetingar av Argja kirkju á skrá á býráðsfundi. Heldur enn at loyva einum orðaskifti um málið, beindi borgarstjórin málið í nevnd.
Í kommunalpolitikki merkir hetta, at umrøðan steðgar og kjakið køvt. Hetta bleiv ikki bert gjørt eina ferð, men enn eina ferð, tá undirritaða seinni bað um at fáa málið aftur fyri býráðið fyri at fáa gongd á málið. Hesa ferð gjørdu býráðslimir tó bart og tóku orðið, hóast borgarstjórin hevði aðrar ætlanir. Kortini hoyrdist einki til, hvørjar ætlanir og ynski meirilutin hevði.
Formaðurin í kirkjuráðnum grundgav í skrivi herfyri, at uttan eitt ítøkiligt uppskot og samtykt í býráðnum um nýggja staðseting og keyp av trøð, so er kirkjuráðið ikki fyri aðrari staðseting. Hetta er eisini skiljandi. Men hví arbeiðir meirilutin so ikki fyri at loysa hendan trupulleikan og harvið fáa semju millum partarnar, ið gagnar náttúru og bygging av nýggjari kirkju, sum skapar samanhald millum Argjafólk?
Eitt er greitt, og tað er, at tað var Tórshavnar kommuna við Javnaðarflokkinum á odda, sum legði upp til, at kirkjan skuldi staðsetast við Sandá. Tað liggur tí ein serlig ábyrgd á býráðslimum at finna eina rímiliga loysn, herímillum at gjalda fyri møguligan meirkostnað av at staðseta kirkjuna á trøðni við Rosságøtu.
Enn er eingin bygging farin í gongd, og tí ber væl til at broyta kós. Kommunan eigur í hesum sambandi at keypa økið við Rosságøtu og gera eina bindandi avtalu við kirkjuráðið um at halda tey peningaliga skaðaleys fyri at tekna og prosjektera eina nýggja kirkju á hesum økinum.
Vit eru nógv, sum njóta at ganga ein túr við Sandá. Tað hevur átakið Varðveitið fríøki við Sandá og nú Náttúrufylkingin – Sandá at frama og aðrir borgarar víst á ferð aftaná ferð á greiðan hátt. Enn ber til at bjarga fríøkinum við Sandá – nú eigur býráðið, serliga meirilutin, at tryggja, at fríøkið verður varðveitt, samstundis sum kirkjuráðið verður tryggjað aðra loysn til staðseting.
Elsa Berg
Tjóðveldi
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo