Hyggið upp í himmalhválvið;
sólin hækkar og skínur inn ímillum bjart;
er sum ein bjálvi,
tó at
krígslotið seg inn á bein hevur tært.
Dagarnir leingjast týðiliga;
familjurnar so við;
í München var trygdarfundur nýliga,
men eingi útlit um frið;
torført er at mala aftur á blóðið!
Friðarklettin at ressa;
hann tó út aftur róði,
nú tað er Pætursmessa
Hví økjast offrini í tali,
friðarápostlar ei á sama hátt?
Vit standa fyri einum vali;
várið við okkum ger nakað gott.
Skýggini hanga spyrjandi yvir býin;
slítast, og bøkla seg saman so kær;
dagatalið áminnir, at køld er enn tíðin,
gævi várfriður er kríggjunum nær!
Henrik Weihe Joensen
22. februar 2024
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo