Álvarsligur vandi er nú fyri eldgosi nærhendis Reykjavík. Har hevur annars verið friður í 800 ár, men nú er farið at prutla og tí arbeiða tey allan sólarringin við at byggja risastórar verjugarðar, fyri at minka um vandan fyri skaða um tað fer at goysa.
Umleið 30.000 fólk búgva har á leiðini sum vandin er stórstur, og eisini er eitt orkuverk í stórum vanda.
Arbeiðið byrjaði longu í novembur, men nú hava tey sett meira ferð á og arbeiða í døgndrift.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo