Veðurvánirnar fyri vikuna sum kemur eru onki serligar, og tí hevur Fiskamarknaður Føroya ikki tær stóru vónirnar, tað sæst í seinastu metingini.
Øll ísfiskalínuskip liggja við bryggju, men væntandi fer okkurt avstað í næstum. Skipini fáa mest av toski, hýsu og so nakað av longu, brosmu og svartkalva. Øll landa í vikuni. Eitt frystilínuskip er ávegis til Eysturgrønlands og átta fiska við Føroyar.
Ein djúpvatnstrolari er á svartkalvaveiðu. Hann kemur kanska at landa síðst í vikuni.
Streymurin verður góður alla vikuna, men veðurvánirnar eru ikki góðar, so tí er ikki væntandi at tað verður nógvur útróður. Veðrið verður tó gott í vikuskiftinum, so tá verður kanska nakað av útróðri.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo