Í dag 1. juli tók Jóhan Hendrik Ellefsen við sum nýggjur kommunustjóri í Vága kommunu. Hann tekur við eftir Jóannes N. Dalsgaard, sum hevur verið kommunustjóri síðani starvið var stovnað 1. januar 2019, og sum nú hevur gjørt av at royna nýggjar leiðir.
- Vit ynskja Jóhan Hendriki hjartaliga vælkomnum og bestu eydnu í nýggja starvinum. Eisini takka við Jóannesi fyri tíðina hann hevur verið her og ynskja honum alt tað besta, sigur borgarstjórin Eyðdis Hartmann Niclasen.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo