Country -& Blues Festivalurin verður 5 ár, og tað skal hátíðarhaldast við góðum tónleiki úr Føroyum, Íslandi, Svøríki og USA.
Millum teir føroysku bólkarnir, vilja vit nú avdúka at Vágaverk koma spæla á Dungasandi í Sørvági. Tað verða vinmennirnir Jóan Jakku Guttesen og Sámal Ravsfjall við manning sum koma at spæla teirra kenda vágasound tónleik.
Vágaverk hevur givið tvær fløgur út, “Vágaverk/Váðaverk” og “Drekkivatn”. Drekkivatn varð á FMA vald til ársins Blues, Folk & Country fløga í 2014.
Vágaverk við nøkrum av føroya bestu tónleikarum fara at geva okkum eina stóra konsert uppliving til festivalin 10-11. juni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo