Væntandi kemur Heilsumálaráðið skjótt við eini útmelding um, hvussu verður við koppseting ímóti Covid og influensu í Føroyum í heyst, tá umfarsjúkur sum ganga vanliga taka dik á seg.
Í gjár skrivaði VP um at norðmonnum í næstum fer at standa í boði at lata seg koppseta. Og í tí sambandi hava vit spurt landslæknan, Lars Fodgaard Møller, hvussu verður her hjá okkum.
Hann sigur, at hetta ikki er endaliga fastlagt enn, men tað er væl hugsandi, at koppsetingin eisini verður boðin føroyingum í oktobur, og at tað verða fólk yvir 65 ár umframt eisini tey sum eru í vandabólki, sum standa fremst at fáa vaksinuna.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo