Hagstovan: Útflutningurin av fiskavørum minkaði 1,4 mia. kr. 12-mánaðarskeiðið (mar. 20 - feb. 21) samanborið við undanfarna skeið.
Útflutningurin í februar er nú uppgjørdur, og í talvuni niðanfyri ber til at síggja útflutningin seinasta 12-mánaðarskeið samanborið við undanfarna skeið.
Tað er minni útflutt í flestøllum vørubólkum.
Minkingin av útfluttum laksi er 663 mió. kr. Tað er ein minking á 17%. Nøgdin minkaði góð 4%.
Útflutningurin av toski er minkaður næstan 350 mió. kr.
Eisini er minni útflutt av makreli. Har er minkingin 239 mió. kr. sum er 24%. Í nøgd er minkingin 13%.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo