José Mourinho sigst hava fingið greið boð frá leiðsluni í Manchester United at hann nú má gevast við bara at krevja nýggjar leikarar, og heldur leggja seg eftir at fáa tey ungu talentini í felagnum við.
Sambært The Mirror vil leiðslan í United hava Mourinho at fokusera meira upp á ungu leikararnar.
Daiily Mail skrivar at Mourinho ætlaði sær at brúka 100 milliónir pund til ein nýggjan miðstoppara. Hann var mest áhugaður í Harry Maguire, Toby Alderweireld og Jerome Boateng, men eingin av teimum verður at síggja á Old Trafford.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo