Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Umboðsmaðurin: Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um eina ávaring, ið Tórshavnar kommuna hevði latið einum starvsfólki hjá kommununi. Umboðsmaðurin helt, at soleiðis sum ávaringin var orðað, leyk hon ikki kravið um greidleika.

Umboðsmaðurin helt eisini, at Tórshavnar kommuna í ávaringini ikki hevði víst á slík faktisk viðurskifti, ið góvu umboðsmanninum orsøk at halda, at starvsfólkið hevði brotið sína lýdnisskyldu.

Umboðsmaðurin heitti á Tórshavnar kommunu, um at endurskoða avgerðina at geva viðkomandi starvsfólki eina ávaring og lata seg frætta, hvat víðari hendir í málinum.

Klagan snýr seg um avgerðina hjá Tórshavnar kommunu um at geva einum starvsfólki eina ávaring.

Málið byrjar við at Havnar Arbeiðarafelag tann 11. mai 2023 klagaði til umboðsmannin vegna ein lim hjá felagnum.

Klagað varð um, at ein limur hjá felagnum, ið starvast hjá Tórshavnar kommunu, hevði fingið eina skrivliga ávaring frá Tórshavnar kommunu tann 17. januar 2023, ið Havnar Arbeiðarafelag ikki kundi taka undir við.

Ávaringin snúði seg um sýnda atburðin hjá starvsfólkinum, ið Tórshavnar kommuna ikki metti seg kunna góðtaka. Í ávaringini var tilskilað, at um atburðurin ikki broyttist, kundi talan gerast um uppsøgn av starvsfólkinum.

Umboðsmaðurin viðmerkti, at ein ávaring er eitt álvarsligt setanarrættarligt amboð hjá einum arbeiðsgevara, ið ger, at ein ávaring skal lúka eitt krav um greidleika.

Kravið um greidleika merkir, at ávaringin inniheldur eina ítøkiliga lýsing av tí atburði, ið arbeiðsgevarin ikki er nøgdur við, umframt eina lýsing av, hvussu arbeiðsgevarin ynskir, at starvsfólkið bøtir um síni viðurskifti.

Kravið um greidleika merkir eisini, at ávaringin er somikið greitt og ítøkiliga orðað, at starvsfólkið veruliga hevur møguleika fyri at laga seg eftir ávaringini. Hetta merkir, at starvsfólkið er ført fyri at vita, nær viðkomandi er innanfyri ella uttanfyri karmin av tí, ið ávaringin fyriskipar.

Umboðsmaðurin helt samanumtikið, at ávaringin var soleiðis orðað, at hon ikki leyk kravið um greidleika.

Í ávaringini vórðu eisini ávís viðurskifti lýst sum brot á sonevndu lýdnisskylduna. Talan var um ávísa útsøgn hjá starvsfólkinum mótvegis leiðsluni, umframt at viðkomandi starvsfólk áhaldandi hevði sýtt fyri at arbeiða.

Galdandi er, at ein arbeiðsgevari kann krevja, at starvsfólk, meðan tey eru í starvi, eru samstarvsfús og lýðin móti leiðslu og arbeiðsplássi sínum. Lýdnisskyldan er galdandi bæði í og uttan fyri arbeiðstíð.

Sum ein liður í lýdnisskylduni móti arbeiðsplássinum mugu starvsfólk metast at hava bæði rætt og skyldu til at boða leiðsluni frá viðurskiftum, sum ikki eru nøktandi. Hetta skal tó verða gjørt á ein sømiligan hátt og uttan at nýta ein ov harðan ella grovan málburð, sum kann skaða viðurskiftini á arbeiðsplássinum.

Umboðsmaðurin helt samanumtikið, at Tórshavnar kommuna ikki hevði víst á slík faktisk viðurskifti, ið góvu umboðsmanninum orsøk at halda, at viðkomandi starvsfólk hevði brotið sína lýdnisskyldu.

Umboðsmaðurin heitti á Tórshavnar kommunu um at endurskoða avgerðina at geva viðkomandi starvsfólki eina ávaring og lata seg frætta, hvat víðari hendir í málinum. (lum 23/10909)

Álitið í navnleysum líki kann takast niður her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo