Um 40 børn eru funnin deyð í kibbutzinum Kfar Arza, einar fimm kilometrar frá Gaza, eftir at Hamas-krígsmenn tóku seg inn har leygardagin.
Tað sigur ísraelska verjan, IDF, við nakrar altjóða tíðindastovur og miðlar sum hava verið á staðnum í dag.
Fleiri av børnunum vóru funnin við ongum høvdi, sambært i24 News.
- Forteljið heiminum hvat tit hava sæð her, rópar ein hermaður, sambært Reuters.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo