Í morgin og ovurmorgin verður ukrainski sendiharrin til Danmarkar, Vydoinyk Mykhailo, í Føroyum.
Umframt alment tiltak í annaðkvøld fer sendiharrin at gera ymiskt annað í Føroyum.
Millum annað verður eitt tiltak í morgin hósdagin, har hann fær høvið at hitta ukrainsk flóttafólk.
Reyði Krossur hevur sent innbjóðing til ukrainsku flóttafólkini í Føroyum, og tað vera eini 35 flóttafólk, fólk frá Reyða Krossi, almannaverkinum og útlendingstovuni til staðar.
Á skránni vera røður frá Vydoinyk Mykhailo og Jóannesi Eidesgaard, formanni í Reyða Krossi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo