Ukrainska trygdartænastan (SBU) hevur loftað telefonsamrøðum hjá russiskum hermonnum, sum kríggjast í sunnara parti av Ukraina.
Úrdrag frá 17 samrøðum í byrjanini av juli avdúka, at russiskir hermenn gremja seg um vánaliga útgerð og stór tap, skrivar Reuters, sum hevur fingið innlit í málið.
Telefonsamrøðurnar eru frá stóra ukrainska mótoffensivinum, sum byrjaði fyrst í juni.
Ein av hermonnunum er Andrey, sum í eini telefonsamræðu sigur konu síni, at hansara deild hevur mist nógv fólk.
- Eingin skít ammunisjón, einki. Skulu vit brúka fingrarnar sum bajonettir? sigur Andrey, sum samanber støðuna við sovjettisku deildirnar undir Seinna Heimsbardaga, skrivar TV 2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo