Fregnartænastan í Ukraina hevur nýliga sátt iva um hvar russiski forsetin er og um hansara heilsustøðu.
Kyrylo Budanov, ovastin í ukrainsku fregnartænastuni, umrøddi hetta í eini samrøðu við Radio Svoboda sambært fleiri miðlum, teirra millum The Sun.
Tað skrivar Dagens.dk.
Í samrøðuni segði Kyrylo Budanov: "Antin er hann ikki á lívi, ella eisini er hann illa sjúkur."
Samtíðis sum hetta verður skrivað, eru eisini greinar í dag í miðlunum, millum annað DR, um at Erdogan og Putin hava samráðst um millum annað kornavtalu, og báðir høvdu tíðindafund í dag.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo